Áðrenn fari verður at gera forarbeiði til nýtt vinyl baðirúm.

1. Vel heldur skrúvur fram um seym til pláturnar, og undirsenka skrúvuhøvdini.

2. Nýt eina rist til vinyl, og hon skal senkast so hon fellur javnt við gólvið.

3. Rør, til vatn inni í brúsuni, skulu ikki liggja uttan á vegginum, men skulu  inn í veggin.

4. Um kantur skal á brúsuna  (gólvkantur),  hav hann so  minst 7 cm høgan (helst 10 cm ella meir).

5. Koyr ikki tapet ella annað á veggirnar, fyrrenn arbeiðið hjá áleggjaranum er liðugt.

6. Enda arbeiðið á gólvinum við  østenkrydsfiner plátum, ikki  við vanligum gulvkrydsfiner  plátum. Sí myndir niðanfyri.

Líma  samankomingarnar á østenkrydsfiner plátunum við trælím.


Østenkrydsfiner 9 ella 12mm

Líma samankomingarnar (endarnar)  á plátinum, við trælím.


Gulvkrydsfiner

Er gólvið við gulvkrydsfiner plátum, skal 9 ella 12mm østenkrydsfiner   omanyvir hesar plátur.